Sjúrðarberg fer til fiskiskap í næstu viku

26.08.2020 - 13:46
InnlendisVinna
Sjúrðarberg fer til fiskiskap í næstu viku
Hann skal fiska tosk í Barentshavinum og kongafisk í Irmingarhavinum og altjóða sjógvi
Sjúrðarberg kom á Klaksvík í gjár, og fyrst í næstu viku verður farið til fiskiskap

Í gjár kom flakatrolarin hjá JFK Troli, Sjúrðarberg, á Klaksvík.

Sjúrðarberg er fyrrverandi Skálafjall, ið varð bygdur á Skála skipasmiiðju í 1987. Skipið hevur eisini itið Beinir og Akraberg, áðrenn tað varð selt av landinum.

Í seinastuni hevur trolarin verið skrásettur í Póllandi og æt Dorado. Nakrar umvælingar eru gjørdar, áðrenn skipið kom til Føroya, og nú verður nýggj flakalinja sett upp.

Keypsprísurin er umleið 18,6 milliónir krónur. Við umvælingum er prísurin millum 25-26 milliónir krónur, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Troli.

Sjúrðarberg fer til fiskiskap fyrst í næstu viku.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418