Øðrvísi umstøður at fiska í Barentshavinum

bannari
Øðrvísi umstøður at fiska í Barentshavinum
Tað er órímiligt at lasta fiskivinnunýskipanini, at Sjúrðarberg er seldur, heldur løgmaður. JFK heldur, at landsstýrið rennur undan sínum politikki
09.08.2018 - 08:45

Nevndin í JFK seldi Sjúrðarberg herfyri. Skipið hevur í nógv ár fiskað í Barentshavinum.

JFK sigur orsøkina vera, at undir verandi fiskivinnuskipan fer samtakið ikki at hava nóg stóra kvotu til tvey skip.

Kvotan hjá JFK er 10.500 tons í ár. Tá eru rættindini, sum reiðaríið hevur keypt á uppboðssølu, ikki tald við, og einki er farið burtur av til menningarkvotu.

Gadus fiskar sløk 9.000 tons. 1.500 tons eru eftir til Sjúrðarberg, umframt tað, sum reiðaríið klárar at keypa á uppboðssølu. Og tá heildarkvotan minkar enn meira næsta ár, og eingin vissa er fyri, at reiðaríið klárar at keypa ein lønandi part á uppboðssølu, samstundis sum eingin vissa er fyri, at ein partur ikki skal setast av til menningarkvotur, verður mett, at parturin hjá Sjúrðarbergi er ov lítil.

Var eingin uppboðssøla, og reiðaríið varðveitti sín sama lutfalsliga part, og einki fór til menningarkvotu, so kundi JFK varðveitt Sjúrðarberg. Men nú eru viðurskiftini ov ótrygg, heldur nevndin í felagnum.

- Tað ber til at keypa kvotu á uppboðssølu og felagið hevur hepnast at keypa kvotu í 2018, men mett verður ikki, at tað er ein nøktandi skipan at keypa kvotu á uppboðssølu, í hvussu so er ikki at eiga skip og hava manning tøka til at fiska kvotu, sum tað møguliga eydnast at keypa, skrivaði Niels Winther Poulsen, nevndarformaður í JFK, í tíðindabrævi herfyri.

Løgmaður hevur aðra fatan

Men lat tað vera greitt, at fiskivinnunýskipanin ikki kann vera orsøkin til, at Hanus Hansen kennir seg noyddan at selja Sjúrðarberg, var boðskapurin hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni.

Hann vísir á, at heildarkvotan í Barentshavinum minkar, og tí verður minni at fiska hjá JFK.

- Fiskivinnunýskipanin er ikki orsøkin til, at heildarkvotan minkar í Barentshavinum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Gev gætur, at í videobrotinum omanfyri hava vit hildið okkum til rund tøl.

LES EISINI: Fiskivinnunýskipanin orsøk til søluna

LES EISINI: Fiskivinnunýskipanin fær skuldina

LES EISINI: Grundgevingin hjá JFK er órímilig

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860