Danskur uttanríkispolitikkur endurskoðast

28.09.2020 - 15:13
InnlendisPolitikkur
Danskur uttanríkispolitikkur endurskoðast
Hann skal í størri mun byggja á demokrati, mannarættindi og virðing, heldur enn eitt nú búskaparlig áhugamál, sigur uttanríkisráðharrin
Føroyar og Grønland verða ikki nevnd í ætlaða nýggja uttanríkispolitikkinum, men tað ræðir ikki Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Danski uttanríkis- og trygdarpolitikkurin skal endurskoðast. Hann skal í størri mun byggja á demokrati, mannarættindi og virðing, heldur enn eitt nú búskaparlig áhugamál.

Tað sigur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod.

Hann vísir á, at Kina alsamt ger meir um seg á heimspallinum, samstundis sum USA spakuliga tekur seg aftur, og Russland ger meir um seg.

- Vit eru vitni til, at tann heimurin og tey virðir, sum vit kenna, eru komin undir trýst, og tí er neyðugt við eini uttanríkispolitiskari ætlan, sum er øðrvísi enn tann verandi, sigur Jeppe Kofod.

- Tá eg almannakunngeri nýggju ætlanina, so hevur veðurlagsspurningurin stóran týdning, men tað hava mannarættindi og demokrati eisini, sigur hann.

- Tað eru ikki bara avbjóðingar uttan fyri Evropa, men eisini í Evropa. Vit eru vitni til, at  rættarviðurskiftini eru hótt, og tað mugu vit taka í álvara. Tí er neyðugt at vera meira ítøkilig, sigur uttanríkisráðharrin.

Nýggjan verju- og uttanríkispolitikk

Danska stjórnin hevur sett sær fyri at orða ein nýggjan verju- og uttanríkispolitikk, sum skal vera klárur fyrst í nýggja árinum.

Nýggja skipanin skal seta nøkur mál fyri, hvat Danmark ætlar at gera.

Hann heldur, at Danmark og restin av vesturheiminum eiga at gera meira vart við seg á altjóða pallinum.

- Vit mugu gera vart við okkum, annars er vandi fyri, at tað verða onnur, sum fara at gera av, hvussu vit skulu liva í framtíðini, sigur Jeppe Kofod.

 

Veðurlagsmál ovarlaga

Eitt av málunum sum arbeiðast skal við, eru veðurlagsviðurskiftini.

- Fáa vit ikki loyst veðurlagsspurningin, og liva upp til París-avtaluna, sum er størsta avtala, heimsins lond hava gjørt, so svíkja vit ikki bara eitt ættarlið og veðurlagið, men eisini demokratiið.

Og tí er neyðugt at Danmark gongur á odda, tá talan er um veðurlagsviðurskiftini sigur hann.

Føroyar og Grønland verða ikki nevnd í ætlaða nýggja uttanríkispolitikkinum, men tað ræðir ikki Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum

 


 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949