Skilja farm og ferðafólk sundur

30.09.2020 - 16:10
InnlendisSamfelag
Skilja farm og ferðafólk sundur
Trýstið á Smyril er stórt, og tað økist í hvørjum, sigur stjórin á Strandferðsluni
Nógva trýstið ger, at tað er torført hjá Smyrli at halda ferðaætlanina

Tíðin er helst komin at skilja ferðafólkaflutningin og farmaflutningin á Suðuroyarleiðini sundur.

Tað kann gerast við at lata eitt farmaskip leggja inn á Tvøroyri eftir vøru, tá tað er neyðugt.

Trýstið á Smyril er stórt, og tað økist í hvørjum. Plássið at arbeiða á, bæði í Havn og á Krambatanga, er ov lítið sum er, og tað ger, at torført er at sigla til tíðina.

Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, nú atfinningarnar ímóti siglingini hjá Smyrli harðna.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537