Nón

Annika Hoydal: Eg vil lata onnur fólk upp
21-11-2020
Annika Hoydal er vorðin 75 ár. Hoyr føðingardagssamrøðuna, sum var við hana í Nón.

- Onkur mannfólk kundu standa uttan fyri dyrnar, ringdu uppá og trúðu, at tann, sum eg spældi, eisini var eg, og at teir kundu fáa eitt sindur burturav, sigur Annika Hoydal við einum smittandi látri.

Annika Hoydal er okkara stóra stjørna, bæði sum sjónleikari og sangari. Men tað hevur ikki altíð verið líka lætt at vera Annika. Hóast nógv elskað, so hava tað eisini verið løtur, har fólk eru blivin óð og ikki hava skilt millum hennara leiklutir og hana sum privatpersón.

Sjálv sigur hon, at tað ongantíð var meiningin at provokera.

- Vit vildu skava eitt sindur í skræðuni, pilka eitt sindur við normarnar, sum nøkur hildu vera lóg. Vit høvdu okkara meiningar og vildu arga eitt sindur, sigur Annika.

Nú Annika Hoydal fylti 75 ár, ringdi Nón til hennara og ynskti henni til lukku. Tað bleiv til ein hugnaligan hálvan tíma, har nøkur av hennara ævigt grønu løgum eisini vórðu spæld.

- Tað er fínt at blíva 75 ár. Lívið er gott!

Árini hava lært Anniku Hoydal at hvíla í sær sjálvari.

- Tað gjørdi eg ikki, tá eg var ung, men tað geri eg nú. Tað er hart arbeiði, sigur hon. 

- At gleða seg til í morgin og síggja tað besta í fólki, til tað øvugta er prógvað. At hava ein positivan anda og at trúgva uppá, at tað er vert at liva. At hava góð fólk rundan um seg. At síggja fólk. Eg vil lata fólk upp heldur enn aftur. Letur tú onnur upp, letur tú eisini teg sjálva upp.

Hoyr alla samrøðuna við Anniku Hoydal her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022