Búskaparráðið: Vit eru á einum vegamóti

29.04.2021 - 14:16
InnlendisPolitikkur
Búskaparráðið: Vit eru á einum vegamóti
Tørvur verður á 700 starvsfólkum aftrat í eldrarøktini næstu árini
Heri á Rógvi er fráfarandi formaður í Búskaparráðnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Fyrrapartin í dag legði Búskaparráðið fram sína temafrágreiðing um starvsfólkatørvin næstu 10 árini á vælferðarøkinum.

- Vit eru komin á eitt vegamót, sigur Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum.

Aldursbólkurin við fólki yvir 80 ár fer at vaksa við umleið 1.200 fólkum ella 52 prosentum næstu 10 árini.

Tørvurin innan eldrarøktina verður 706 fulltíðar starvsfólk afturat verandi starvsfólkahópi, umframt 338 nýggj búpláss næstu 10 árini, um verandi vælferðarstøði frá 2020 skal haldast í 2030.

Harumframt fara 358 fulltíðar starvsfólk á pensjón næstu 10 árini á eldraøkinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431