Ákærin krevur 10 ára fongsul, verjin seks ár

21.05.2021 - 13:16
Innlendis112
Ákærin krevur 10 ára fongsul, verjin seks ár
Nevningatingið fer seinnapartin at áseta revsingina í málinum, har ein 37 ára gamal maður er dømdur fyri drápsroynd
Nevningatingið hevur dømt 37 ára gamla mannin sekan í øllum ákærum, og seinnapartin verður revsingin ásett

Ákæruvaldið krevur, at maðurin verður dømdur 10 ára fongsul, men verjin heldur, at seks ára fongsul er nóg hørð revsing.

Tað kom fram í nevningatinginum fyrrapartin. Nevningatingið hevur viðgjørt eitt mál, har ein 37 ára gamal maður er dømdur fyri drápsroynd, tá hann skeyt eftir politistum í Miðvági í desember 2019.

Nevningatingið dømdi í gjár mannin sekan í øllum ákærum.

Nevningatingið og teir tríggir løgfrøðiligu dómararnir viðgera í løtuni, hvørja revsing maðurin skal fáa.

Eftir gomlu rættargangslógini bar bara til at kæra spurningin um revsing til landsrættin, ikki skuldarspurningin. Men eftir nýggju lógini, sum kom í gildi 1. januar, ber til bæði at kæra revsingina og skuldarspurningin til landsrættin.

Hoyr Sigmar Bláberg greiða frá úr rættinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
Góðan morgun Føroyar
175465
Hósdag 23. mai
Morgunlestur hósdagur 23. mai 2024
175331
Mikudag 22. mai
Skratsj tann 22. mai 2024
175432
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066