- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist hví eldur kom í buss
14.07.2021 - 13:43
Innlendis›112
Óvist hví eldur kom í buss
Tað er óvist hví eldur kyknaði í ein buss í morgun, sum stóð á einum bilplássi við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, sigur eigarin
Kannað verður, hví eldur kom í ein buss í Hoyvík í morgun.
Eldur kyknaði um sama mundi sum oljufýringin í bussinum var sett til at tendra, sigur Rasmus Rasmussen, stjóri í Rasmussen Bussar, ið eigur bussin.
Rasmussen Bussar hevur sett ein annan buss at røkja farleiðina hjá bussinum, sum brendi í morgun.
Eldurin festi eisini í ein lastbil, sum stóð við síðuna av bussinum.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV