Undirtøkan í løgtinginum fyri at strika sjómannafrádráttin er ivasom

31.07.2023 - 15:07
InnlendisPolitikkur
Undirtøkan í løgtinginum fyri at strika sjómannafrádráttin er ivasom
Tað er ikki greitt enn, hvørt undirtøka er fyri at strika serskattaskipanir, sum sjómannafrádráttin. Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur fleiri ferð sagt, at allar ætlanir hjá landsstýrinum skulu vera fíggjaðar
Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo  

Løgmaður nevndi ikki sjómannafrádráttin í sínari røðu, tá løgtingið varð sett á ólavsøku. 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur annars fleiri ferðir sagt, at einki verður gjørt uttan at tað er fíggjað, eitt nú ætlanin at sytta arbeiðsvikuna, lønarlyft og so framvegis. 

Spurningurin er tískil, um landsstýrið hevur slept ætlanini um at strika sjómannafrádráttin?

"Tað er ikki greitt enn, hvørt undirtøka er fyri at strika serskattaskipanir, sum sjómannafrádráttin," ásannar landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV