Einusinnisinntøkur eru ikki taldar við í væntaðum inntøkum landskassans

Einusinnisinntøkur eru ikki taldar við í væntaðum inntøkum landskassans
Í væntaðum inntøkum landskassans árini 2024 til 2027 eru einusinnisinntøkur ikki taldar við í, sigur landsstýriskvinnan í figgjarmálum
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo  
 
15.08.2023 - 08:46

Johan Dahl, løgtingsmann, spurdi Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um einusinnisinntøkur landskassans.  

Einusinnisinntøkur eru vinningsbýti og seld partabrøv. 

Einusinnisinntøkurnar vóru 1,8 prosent av inntøkunum í 2017, tær vóru 2,5 prosent í 2021, 2,0 prosent í 2022 og vera væntandi 1,4 prosent í ár.

Einusinnisinntøkur eru ikki taldar við í væntaðum inntøkum landskassans árini 2024 til 2027, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinnan í figgjarmálum

 

Ùrslitið hevði verið 486 mió. kr. minni

Í 2017 hevði avlop landskassans verið 100 mió. kr. minni uttan einusinnisinntøkurnar, í 2021 hevði verið hall í staðin fyri avlop, í 2022 hevði avlopið verið góðar 134 mió. kr. minni og í ár verður tað 96 mió. kr. minni uttan einusinnisinntøkurnar.

Samanumtikið hevði úrslit landskassans verið 486 mió. kr. minni árini 2015 til 2023.

Sannlíkt hevði hesin munur verið figgjaður við láni, svarar landsstýriskvinnan.

Seld skip og bygningar eru ikki við í samanteljingini hjá Fíggjarmálaráðnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444