O, móðurlandið

O, móðurlandið!: Hetta landið er mítt (4:6)
04-05-2023

Føroyar fótaðu sær lutfalsliga skjótt eftir herviligu kreppuna fyrra helming av 90-árunum. Brádliga var aftur rokfiskiskapur á grunnunum eftir fiskaloysi í fleiri ár. Fiskaprísirnir vóru góðir, oljuprísirnir lækkaðu, og rentan við. Arbeiði var aftur til nógvar hendur, og føroyingar fluttu heim aftur. Eitt nýtt bjartskygni valdaði.

Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark gerast spent, tá ið fjølmiðlar fáa illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt, tá danska stjórnin í 1993 fekk føroyska landsstýrið at taka yvir Føroya Banka frá Den Danske Bank.

Kenslan av sviki og eyðmýking setur dám á løgtingsvalið í 1998. Valið gerst søguligt, tí á fyrsta sinni tey 75 árini undir heimastýrisskipanini, verður samgonga skipað, ið setur sær fyri at loysa Føroyar úr heimastýrisskipanini og virka fyri føroyskum fullveldi.

Teir báðir stóru tjóðskaparflokkarnir, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin, ganga saman í samgongu við Sjálvstýrisflokkin. Tjóðskaparvekingin hevur ongantíð verið so sterk sum um aldamótið. Ungdómurin var ávirkaður av hesum ráki, og tað bæði sást og hoyrdist innan eitt nú tónlistina.

Í 2000 fer landsstýrið til Keypmannahavnar á minniligu samráðingarnar um føroyskt fullveldi. Men danska stjórnin við Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, á odda, er ikki sinnað at ganga føroyingum til vildar, og setur hart móti hørðum longu á fyrsta fundinum í mars 2000.

O, móðurlandið

Í nýggjari sendirøð um Føroyar verður ljós varpað á støðu okkara í danska ríkinum. Landafrøðiliga, mentanarliga og málsliga skilja Føroyar seg burturúr í Ríkisfelagsskapinum. Búskaparliga hevur framburðurin síðan aldamótið verið so stórur, at Føroyar teljast millum ríkastu samfeløgini í heiminum í dag. Kortini tykist spurningurin um at ráða sær sjálvum ikki so viðkomandi longur, og hevur ikki verið frammi sum eitt nevnivert tema á seinastu løgtingsvalunum. Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum kanska sterkari nú enn fyrr.

Seks partar eru í alt í nýggju sendirøðini, ið ber heitið "O, móðurlandið". Farið verður víða um í einari breiðari lýsing av evninum. Nýggjar samrøður eru gjørdar við fleiri enn fjøruti fólk, hartil er fitt av eldri tilfari útvegað bæði úr føroyskum og donskum søvnum.

Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam leggja til rættis.

Tríggir partar verða sendir fyri páskir og hinir tríggir eftir páskir.