Akstova í Norðureysturoy: Tilboðini eru ov dýr

Akstova í Norðureysturoy: Tilboðini eru ov dýr
Hóast sparingar eru gjørdar, er prísurin framvegis tvífalt tað, sum Akstovan hevur at leiga fyri
Tað dregur út hjá Akstovuni at fáa høli í Norðureysturoy, tí tilboðini eru dýrari enn mett.
 
10.03.2023 - 10:29

Tilboðini at gera høli til ætlaðu Akstovuna í Gøtudali vóru ov dýr, og tí er fyribils ikki komið víðari við ætlanini. 

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, í svari til fíggjarnevndina. 

Tað var Uni Rasmussen, fyrrverandi landsstýrismaður, sum ætlaði at leggja Akstovna í Klaksvík og Saltangará saman, og gera eina nýggja í Norðureysturoy. Ætlanin var, at Akstovan skuldi leiga høli at vera í.

 

Andras Marr Poulsen er stjóri á Akstovuni.

 

Trý tilboð

Trý tilboð komu inn at byggja høli, og tvey av teimum luku treytirnar. Væntað varð, at leiguprísurin fór at vera um hálva millión kr. um árið. Men tilboðini vóru væl hægri.

Samráðingar vóru við tveir av tilboðsgevarunum, sum luku treytirnar, um at gera nakrar sparingar. Tað er gjørt, men prísurin er framvegis tvífalt tað, sum væntað var, og sum Akstovan hevur pening til at fíggja, sigur Andrass Marr Poulsen, stjóri á Akstovuni.

 

Fleiri inntøkur

Nú verður kannað, um politisk undirtøka kann fáast, so at inntøkugrundarlagið hjá Akstovuni verður tillagað, og stovnurin fær fíggjarligt grundarlag at gera bindandi avtalu um leigugjald.

Akstovan vil eisini fáa fíggjarligan møguleika at seta fleiri fólk í starv.

Ætlanin var, at Akstovan í Norðureysturøkinum skuldi lata upp fyrst í 2024. Tað dregur tó út, nú eingin avtala er gjørd enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843