HEARTIST-filmsframleiðarar: "Vit mugu tora at hugsa stórt"

HEARTIST-filmsframleiðarar: "Vit mugu tora at hugsa stórt"
Føroyski heimildarfilmurin "HEARTIST" kostaði 3,2 milliónir at gera. Leikstjórarnir og framleiðarnir vildu prógva, at tað ber til at gera ein føroyskan film á altjóða stigi
Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi hava leikstjórnað stórfigna føroyska heimildarfilmin "HEARTIST" um Sigrun Gunnarsdóttir
Mynd: Kaj Joensen  
 
20.03.2023 - 14:13

Sunnudagin 19. mars bleiv stórfingni føroyski heimildarfilmurin "HEARTIST", sum snýr seg um listakvinnnuna Sigruna Gunnarsdóttir, frumsýndur á altjóða filmsfestivalinum CPH:DOX í Keypmannahavn.

Filmurin er eisini í uppskoti saman við 13 øðrum um at vinna heiðurin fyri besta norðurlendska dokumentarfilm.

Verkætlanin at gera ein heimildarfilm um Sigruna Gunnarsdóttir byrjaði fyri fimm árum síðani og hevur kostað 3,2 milliónir krónur.

20230320_NET_HEARTIST_01

Leikstjórarnir Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi skuldu, saman við filmsfotografinum Rógva Per Rasmussen, gera ein film upp á fimm minuttir til Listaskálan. 

Men skjótt gjørdist greitt, at Sigrun Gunnarsdóttir var so mikið áhugaverd, at tey vildu gera ein dokumentarfilm (heimildarfilm) um hana. 

20230320_NET_HEARTIST_02

 

Kann røkka langt út í verð

Birgir Kruse hevur ummælt filmin á sínum bloggi, og hann skrivar um filmin:

"HEARTIST er tann føroyski filmur, sum í filmiskum frásøgukynstri kann røkka longst út í verð. Tað estetiska gongur aftur í filminum, og einki er gjørt av tilvild."

Leikstjórarnir og framleiðarnir hava eisini hugsað um hvønn smálut í filminum.

Tá upptøkurnar til filmin byrjaðu, var ætlanin at gera ein siðbundnan dokumentarfilm, men tá umleið eitt ár var farið, hálsaðu framleiðarnir um.

Filmurin endaði við at gerast eitt portrett av bæði listakvinnuni og hennara list, um mann kann siga tað soleiðis. Ein listadokumentarfilmur.

20230320_NET_HEARTIST_03

Fyri at gera listina hjá Sigrun meira livandi, so hava tey biðið Katy Beveridge úr London um at gera listina hjá Sigrun um til teknifilm. 

 

Stuðul ger allan munin

Stigtakarnir til filmin hava fingið stuðul úr Filmsgrunninum, men størsti parturin, 2,8 milliónir krónur, eru komnar úr filmsgrunninum Norddok, ið bleiv settur á stovn í 2019.

Endamálið við Norddok er at veita stuðul til filmar, ið á ein ella annan hátt lýsa viðurskftir í ríkisfelagsskapinum. 

20230320_NET_HEARTIST_04

 

Ein brellbiti av "HEARTIST" sæst niðanfyri.

Heartist from kykmyndir on Vimeo.


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418