Gjaldið fyri fisk úr Barentshavinum lækkaði 65 oyru eftir hoyringina

Gjaldið fyri fisk úr Barentshavinum lækkaði 65 oyru eftir hoyringina
Fíggjarmálaráðið metir meirinntøkuna av broyttu veiðigjøldunum at vera 75 mió. kr. 
Enniberg er eitt av skipunum, sum fiskar í Barentshavinum. Veiðigjaldið fyri fisk úr Barentshavinum 1. januar verður 1,51 kr. fyri kilo
 
29.03.2023 - 08:36

Veiðigjaldið fyri botnfisk úr Barentshavinum er lækkað 65 oyru, úr 2,16 kr. niður í 1,51 kr.

Men annars eru veiðigjøldini tey somu, sum vóru í uppskotinum, ið varð sent til hoyringar.

Uppskotið um veiðigjøld kom í løgtingið í gjár.

Veiðigjøldini fyri uppsjóvarfisk koma í gildi 1.august. Heystgýtandi sild og lodna eru komin aftrat. Fyri botnfisk kemur veiðigjaldið 1.januar.

Fíggjarmálaráðið metir meirinntøkuna av broyttu gjøldunum at vera 75 mió. kr. 

 

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum skal gera reglur um, hvussu inntøkurnar frá veiðigjaldinum verða býttar millum kommunurnar.

 

Kommunur fáa 8-10 mió. um árið

40 mió. kr. stava frá, at undantakið fyri makrelin hjá heimaflotanum verður strikað. 

Tvey prosent av veiðigjøldunum fara til kommunurnar, sum fáa átta til 10 mió. kr. um árið.

Landsstýriskvinnan ásetir reglur um, hvussu inntøkurnar frá gjaldinum verða býttar millum kommunurnar.

Býtið verður ásett eftir, hvussu partafelagsskatturin minkar í teimum kommunum, sum fáa minni partafelagsskatt, tí veiðigjøldini vera broytt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV