Trump noktar seg sekan í øllum 34 ákærum

Trump noktar seg sekan í øllum 34 ákærum
Fyrrverandi amerikanski forsetin er m.a. ákærdur fyri at hava goldið tveimum kvinnum og einum duravørði pening fyri at tiga
Donald Trump í rættarhølunum í Manhattan í New York.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
05.04.2023 - 08:18

Donald Trump noktar seg sekan í teimum 34 ákærum um lógarbrot.

Hann er fyrsti fyrrverandi forseti í amerikanskari søgu, sum er ákærdur fyri lógarbrot. Tað hendi í rættarhølunum í Manhattan í New York í gjárkvøldið.

Donald Trump segði seg vera ósekan í øllum teimum 34 ákærunum, sum ákærin, Alvin Bragg, hevur sett fram móti honum. 

Trump er millum annað ákærdur fyri at hava goldið tveimum kvinnum og einum duravørðii nógvan pening fyri at tiga. Duravørðurin skal hava fingið peningin fyri ikki at siga nakað um eitt barn, sum Donald Trump skal hava fingið uttan fyri hjúnalag.

Hann er eisini ákærdur fyri at hava falsað ymisk skjøl.

Trump kann verða dømdur upp í fýra ára fongsul.

 

Donald Trump kann verða dømdur fýra ára fongsul. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Vísir øllum aftur

Donald Trump vísir øllum ákærunum aftur.

Í eini røðu fyri viðhaldsfólki segði hann millum annað:

- Tann einasta brotsgerðin, ið eg havi gjørt, er at royna at verja okkara land móti teimum, sum vilja oyðileggja tað.

- Ákærurnar eiga at verða tiknar aftur beinanvegin, segði Donald Trump.

Hann tvíheldur um, at tað er ákæruvaldið, ið hevur funnið upp á ákærurnar, fyri at ávirka forsetavalið í USA í 2024.

Trump stillar upp aftur.

Reuters skrivar, at ákærin ætlar at byrja rættarmálið móti Trump í januar í 2024. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216