Løkke á vitjan í Føroyum

Løkke á vitjan í Føroyum
Seinnapartin í dag kemur Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, til Føroya.
 
13.04.2023 - 09:47

Lars Løkke kemur til Føroya í dag, har hann skal hitta Høgna Hoydal, landsstýrismann, sum er vertur fyri vitjanini.

Ætlanin er eisini at hava fund við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. 

Danski uttanríkisráðharrin steðgar í Føroyum í eitt samdøgur. 

Og mánadagin í næstu viku er Høgni Hoydal aftur vertur, tá virkandi verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, kemur á almenna vitjan. 

Á skránni fyri vitjanini er millum annað samráðingar um lutin hjá Føroyum í einari nýggjari verjusemju í danska ríkinum. 

Verjumálaráðharrin steðgar her eisini í eitt samdøgur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444