Útlendskur ferðamaður fjaldi stóra nøgd av hassji innvortis

Útlendskur ferðamaður fjaldi stóra nøgd av hassji innvortis
Narkohundurin hjá tollvaldinum fangaði leygardagin ein útlendskan ferðamann við stórari nøgd av hassji innvortis
Ymiskir eru mátarnir at smulga hassj til Føroya. Leygardagin kom ein útlendskur ferðamaður til landið við stórari nøgd av hassji innvortis
Mynd: Savnsmynd  
 
17.04.2023 - 16:51

Tá tað eina flogfari hjá Atlantsflogi lendi í Vágum fríggjadagin, vísti narkohundurin hjá tollvaldinum stóran áhuga fyri einum av ferðafólkunum.

Talan var um ein útlendskan ferðamann, og tá hann varð tikin til viks, vísti tað seg, at hann hevði eina pinkalítla nøgd av rúsevnum í viðførinum, skrivar Dimma.fo.

Tollararnir fingu illgruna um, at har búði meiri undir, so hann varð sendur í røntguna á Landssjúkrahúsinum. Og rætt var.

 

Stór nøgd av hassji innvortis

Útlendski ferðamaðurin hevði fjalt eina stóra nøgd av rúsevnum innvortis. 

Maðurin kom fyri rættin leygardagin og varð varðhaldsfongslaður í tvær vikur.

Hesa tíðina skal løgreglan so fáa greiði á, hvussu nógv rúsevni hann í roynd og veru hevði fjalt innvortis. 

Tá maðurin hevur fingið alt úr sær aftur, verður nøgdin gjørd upp, og síðani gongur málið sína gongd, skrivar Dimma.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216