SÍ vann fyrstu FM-finaluna

SÍ vann fyrstu FM-finaluna
Sørvingar vunnu sannførandi á Fleyr í fyrru FM-finaluni í Kollafirði í gjár. SÍ vann í trimum settum, og føroyameistaraheitið tykist sannlíkt
SÍ vann steypakappingina fyrr í ár, og nú bendir nógv á, at tær fara avstað við FM
 
27.04.2023 - 09:33

SÍ hevði flutt heimavøllin til Kollafjarðar, men tær spældu akkurát líka væl sum í Sørvági, tá tær vunnu í trimum settum á Fleyr í fyrru FM-finaluni flogbólti.

Slagstyrkin var avgerandi, tá settini skuldu avgerast, og serliga Svitlana Shvanska, sum var ivasom undan dystinum, var stóri munurin á liðunum, skrivar Flogbóltssamband Føroyar.

SÍ er nú á odda 1-0 í finaluumfarinum, og um tær vinna aftur, tá stóri finaludagurin verður leygardagin, gerast tær føroyameistarar. Um Fleyr vinnur dystin leygardagin, skal meistaraheitið avgerðast við einum gullsetti upp í 15 aftaná dystin.

Seinna finalan millum SÍ og Fleyr verður leygardagin kl. 14.00 í høllini á Hálsi, meðan fyrra finalan hjá monnunum millum Mjølnir og Fleyr verður í Klaksvík í kvøld kl. 19.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297