Runavíkar býráð játtað 1,7 milliónir krónur afturat til NSÍ-húsið

Runavíkar býráð játtað 1,7 milliónir krónur afturat til NSÍ-húsið
Eitt fyribils NSÍ-hús skal byggjast við Løkin, meðan bíðað verður eftir at ráð eru til at byggja eitt ordiligt NSÍ-hús, skrivar Sonni Lamhauge Petersen, býráðslimur á Facebook
Tað er her við syðra enda av vøllinum við Løkin, at fyribils NSÍ-húsið skal standa. Brúna húsið "Setrið", sum stendur aftanfyri Bylgjuna, skal brúkast til endamálið,
 
03.05.2023 - 22:41

Á fíggjarætlanini hjá Runavíkar Kommunu fyri 2023 varð samtykt at játta 1,5 milliónir krónur til eitt NSÍ-hús.

Sonni Petersen, býráðslimur, sum er bæði fyrrverandi leikari og formaður í NSÍ, fegnast í kvøld um, at 1,7 milliónir krónur eru játtaðar afturat til NSÍ-húsið. 

Sostatt eru yvir 3,2 milliónir krónur nú játtaðu til ætlanina um eitt NSÍ-hús. 

Hugskotið er, at húsið Setrið, ið hevur staðið norðanfyri Bylgjuna, men nú er flutt í sambandi við byggingina av svimjihøllini, skal vera bulurin í verkætlanini. 


Setrið er eitt brúnt hús, ið hevur staðið norðanfyri Bylgjuna, og bæði hevur verið brúkt til at hýsa 10. flokki í Runavíkar skúla og NSÍ-stuðlum áðrenn dystir við Løkin. 

 

Ein hædd byggjast afturat

Ætlanin er at brúka tær 3,2 milliónirnar, ið nú eru játtað til NSÍ-húsið, til millum annað at byggja eina hædd afturat Setrinum. 

Setrið er 170 fermetrar, men ætlan er at nýggja undirhæddin, sum Setrið skal setast omaná, skal vera 245 fermetrar, so at alt húsið samanlagt verður 415 fermetrar, sum skulu brúkast til felagshølir og umklæðingarrúm. 

Húsið skal staðsetast mitt fyri við syðra enda av vøllinum við Løkin, sum er niðan móti Skótahúsinum og Toftavatni.

"Eg havi á ongan hátt slept dreyminum um eitt flott NSÍ-hús á vestaru síðu við Løkin, men tað fer at taka tíð. Hetta kann vónandi gerast ein kærkomin loysn, meðan vit bíða. Saman standa vit sterk," skrivar altso Sonni Lamhauge Petersen, býráðslimur í Runavíkar kommunu á sínum Facebook-vanga. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303