Cristian og Svetlana ársins flogbóltsspælarar

Cristian og Svetlana ársins flogbóltsspælarar
Cristian Imhoff og Svetlana Shvanskaya fingu heiðurin sum ársins spælarar, tá flogbóltsgalla var um vikuskiftið. Mjølnir og SÍ fingu átta av tólv heiðurslønum
Cristian Imhoff varð bæði ársins spælari og ársins álopsspælari
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
09.05.2023 - 09:24

Cristian Imhoff úr Mjølni og Svetlana Shvanskaya úr SÍ fingu heiðurin sum ársins flogbóltsspælarar, tá gallaveitsla var um vikuskiftið, skrivar flogbóltssambandið.

Tey bæði vóru eisini kosin ársins álopsspælarar í Føroya Tele-deildini.

Yvirhøvur fingu føroyameistaraliðini flestar heiðrar - átta av teimum tilsamans 12 fóru til Mjølnir og SÍ.

Ársins blokkleikari hjá monnum kom eisini úr Mjølni. Tann heiðurin fekk Jóhan Arni Elisson Wang, meðan 19 ára gamli liðfelagin, Ólavur Johannesen, varð ársins stjørnuskot.

Bert 17 ára gamli Silas Poulsen úr SÍ varð kosin besti verjuspælari, meðan Rajko Petrovic, sum fyri kortum boðaði frá, at hann gevst sum venjari í SÍ, gjørdist ársins venjari hjá monnum. Oleksandr Dmytriiev úr ÍF, var besti hevarin.


SÍ best hjá kvinnum

Svetlana Shvanskaya var ikki hin einasti SÍ-spælarin, sum varð heiðra. 20 ára gamla Janna Falkvard fekk heiðurin sum ársins hevari, og liðfelagin, 17 ára gamla Sofía Weihe Simonsen, varð vald sum ársins stjørnuskot.

Ragnar í Haraldstovu, sum hevur staðið á odda fyri Mjølni, sum stóð seg serliga væl aftir nýggjár, varð kosin ársins venjari hjá kvinnum. Jakobina Joensen úr KÍF fekk heiðurin sum ársins verjuspælari, meðan Ariana Pereya Gonzalez var besti blokkleikari hjá kvinnum.

Sune Juul Pedersen varð valdur til ársins dómara, av venjarunum og liðskiparunum í Føroya Tele-deildunum, sum atkvøddu um allar heiðrarnar. 


Viðurkenning fyri drúgva og trúgva tænastu

Á hátíðarhaldinum fekk Magnus Tausen, fyrrverandi formaður, serligan heiður frá Flogbóltssambandinum fyri drúgva og trúgva tænastu sum formaður í eini 20 ár.  

Niclas Joensen, sum hevur sitið í nevndini í Flogbóltssambandinum í eini 40 ár, fekk gullnál frá Ítróttasambandi Føroya fyri sítt virki flogbóltinum at frama – og ítrótti sum heild.


Ársins leikari, kvinnur: Svetlana Shvanskaya, SÍ 

Ársins leikari, menn: Cristian Imhoff, Mjølnir 

Ársins álopsleikari, kvinnur: Svetlana Shvanskaya, SÍ  

Ársins álopsleikari – menn: Cristian Imhoff, Mjølnir 

Ársins blokkleikari, kvinnur: Ariana Pereya Gonzalez, TB  

Ársins blokkleikari, menn: Jóhan Arni Elisson Wang, Mjølnir          

Ársins hevari, kvinnur: Janna Falkvard, SÍ  

Ársins hevari, menn: Oleksandr Dmytriiev, ÍF  

Ársins verjuleikari, kvinnur: Jakobina Joensen, KÍF  

Ársins verjuleikari, menn: Silas Poulsen, SÍ            

Ársins stjørnuskot, kvinnur: Sofía Weihe Simonsen, SÍ   

Ársins stjørnuskot, menn: Ólavur Johannesen, Mjølnir  

Ársins venjari hjá kvinnum: Ragnar í Haraldstovu, Mjølnir 

Ársins venjari hjá monnum: Rajko Petrovic, SÍ 

 

Ársins lið Fyri fyrstu ferð var eisini Ársins lið valt. Tað vóru venjararnir í Føroya Tele-deildunum, sum valdu. Ársins lið hjá kvinnum:
Kantar:
 Svetlana Shvanskaya (SÍ) og Birgit Guttesen (Ternan) 

Miðleikarar: Ariana Pereyra Gonzalez (TB) og Sara Hasku (SÍ) 

Hevari: Janna Falkvard (SÍ) 

Diagnonalur: Sofía Weihe Simonsen (SÍ) 

Libero: Jakobina Joensen (KÍF)

 

Ársins lið hjá monnum:  

Kantar: Bjarni Joensen (SÍ) og Mileta Vesovic (SÍ) 

Miðleikarar: Jóhan Arni Elisson Wang (Mjølnir) og Tóki í Haraldstovu (SÍ) 

Hevari: Oleksandr Dmytriiev (ÍF) 

Diagonalur: Cristian Imhoff (Mjølnir) 

Libero: Silas Poulsen ( SÍ)


Nógvir heiðrar vórðu lætnir á flogbóltsgallaveitsluni um vikuskiftið
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283