Fingu fyrsta sigurin í Silver League

Fingu fyrsta sigurin í Silver League
Føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum fekk sín fyrsta sigur í Silver League, tá tær knógvaðu Georgia við trimum settum ímóti einum
Fegnar: Føroysku flogbóltskvinnurnar fingu sín fyrsta Silver League-sigur
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
31.05.2023 - 22:13

Føroysku flogbóltskvinnurnar fingu sín fyrsta CEV Silver League-sigur, tá tær vunnu 3-1 á Georgia mikudagin.

Heimaliðið kom væl frá byrjan og vann fyrsta sett 25-19. Í øðrum setti var útiliðið hvassari og við 25-22-úrslitið javnaði Georgia til 1-1.

Settúrslitini vórðu neyvt tey somu í triðja og fjórða setti, men í báðum førum vóru tað føroysku kvinnurnar, sum vóru omaná, og tá tær reyðu ikki fingu ein bólt frá Birgit Guttesen yvir um aftur netið, var føroyski sigurin veruleiki. 

Føroyar taptu greitt ímóti Montenegro í fyrsta dystinum leygardagin, og sunnudagin klokkan 16:00 spælir landsliðið við kvinnum triðja heimadystin ímóti Portugal. 

Høllin á Hálsi (Silver League, kvinnur)

Føroyar – Georgia, 3-1 (25-19, 22-25, 25-22, 25-22)


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283