Nevndarlimur vil hava mál fyri landsstýrismálanevndina

Nevndarlimur vil hava mál fyri landsstýrismálanevndina
Landsstýrismálanevndin hevur rættarligt eftirlit við, at løgmaður og landsstýrisfólk halda lógirnar
Hans Jacob Thomsen er formaður í landsstýrismálanevndini.
 
19.06.2023 - 08:56

Landsstýrismálanevndin fer fyrrapartin í dag at tosa um, um nevndin kann taka upp eitt mál av sínum eintingum.

Nevndin hevur eitt mál, sum ein nevndarlimur vil hava nevndina at taka upp.

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, vil ikki siga, hvat fyri mál, talan er um, fyrr enn eftir fundin í dag.

Umframt Hans Jacob Thomsen eru Bárður á Steig Nielsen, hann er næstformaður, og Hanna Jensen í landsstýrismálanevndini.

 

Eingi mál í tingsetuni

Nevndin hevur annars eingi mál havt í hesi tingsetuni. 

Men fríggjadagin, fyribils seinasta tingdagin í hesi setuni, fekk nevndin so eitt mál.

Landsstýrismálanevndin hevur rættarligt eftirlit við, at løgmaður og landsstýrisfólk halda lógirnar. 

Virksemið hjá nevndini er ásett í stýriskipanarlógini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537