Vil hava nevndina at kanna mál um løgmann og Høgna Hoydal

Vil hava nevndina at kanna mál um løgmann og Høgna Hoydal
Landsstýrismálanevndin hevði fund fyrrapartin, men málið skal kannast nærri, áðrenn støða verður tikin til, um nevndin skal taka málið upp
Hesi trý manna landsstýrismálanevndina: Bárður á Steig Nielsen, næstformaður, Hanna Jensen og Hans Jacob Thomsen, sum er formaður
 
19.06.2023 - 13:06

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vil hava landsstýrismálanevndina at kanna, um løgmaður hevur borið skeivar upplýsingar um, hvussu nógv russisk skip hava umskipað og landað í føroyskum havnum, og um Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálym, hevur sagt ósatt um, hvat uttanlandsnevndin kann siga løgtingsfólki.

Málið skal nú kannast nærri, áðrenn tað verður greitt, um landsstýrismálanevndin fer at taka málið til viðgerðar.

Hoyr samrøðu við Hans Jacob Thomsen, formann í landsstýrismálanevndini, í útvarpstíðindunum: 

 

19062023_Hans_Jacob_Thomsen_til_net

 

Landsstýrismaálanevndin er nevnd, sum hevur rættarligt eftirlit við, at landsstýrisfólk og løgmaður halda lógina. 

Hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsforkvinnan setir ein kanningarstjóra at kanna málið.

Í nevndini eru Hans Jacob Thomsen, sum er formaður, Bárður á Steig Nielsen, næstformaður, og Hanna Jensen.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537