Hiddenfjord hevði 204 milliónir í avlopi í fjør

Hiddenfjord hevði 204 milliónir í avlopi í fjør
Orsøkin til góða úrslitið er røtt stødd og góður prísur, sigur Atli Gregersen, stjóri
Hiddenfjord alir laks í Sørvági, Miðvági, Vestmanna og í Hestfirði, og framleiðir smolt á Fútakletti. (Savnsmynd)
 
22.06.2023 - 18:00

Alifyritøkan Hiddenfjord hevði slakar 204 mió kr í avlopi eftir skatt í fjør. 

Árið fyri var avlopið 92 mió kr.

- Orsøkin er røtt stødd og góður prísur, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord:

 

21062023_Atli_1

 

Men sveiggini millum ársúrslitini eru øgiliga stór:

 

21062023_Atli_2

 

Atli Gregersen er stjóri í Hiddenfjord.

 

Hiddenfjord alir laks í Sørvági, Miðvági, Vestmanna og í Hestfirði, og framleiðir smolt á Fútakletti. 

Sambært roknskapinum hjá Hiddenfjord, minkaði sølan til Russlands í fjør úr 380 mió kr niður í 38 mió kr. 

Meðan sølan til USA vaks úr 377 mió. kr upp í 602 mió. kr., og sølan til Evropa vaks úr 43 mió. kr upp í 131 mió. kr.:

 

21062023_Atli_3

 

Spurdur, um Hiddenfjord er betur sinnað at rinda tøkugjald, nú úrslitið er so gott, sigur Atli Gregersen, at tað er í lagi at rinda fyri rættin til at brúka ein fjørð, men so verður minni peningur til íløgur:

 

21062023_Atli_4

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418