Virki rinda tilsamans átta milliónir í kringvarpsgjaldi

Virki rinda tilsamans átta milliónir í kringvarpsgjaldi
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, ætlar, at kringvarpsgjaldið skal prístalsjavnast
Virki gjalda kringvarpsgjald eftir, hvussu stórar lønarútreiðslurnar eru hjá teimum. 
 
30.06.2023 - 12:20

1.523 virki gjalda góðar 8,13 milliónir krónur í kringvarpsgjaldi.

Størsta kringvarpsgjaldið hjá virkjum er 12.000 kr. 143 virki gjalda tað. 

Tað minsta er 2.000 kr., og tað gjalda 515 virki.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

 

Øssur Egholm við knøttarnar í útvarpinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Gjaldið skal prístalsjavnast

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, spurdi um kringvarpsgjaldið hjá virkjum.

Virki gjalda eftir, hvussu stórar lønarútreiðslurnar eru hjá teimum. 

Sirið Stenberg sigur, at hon ætlar, at kringvarpsgjaldið skal prístalsjavnast.

Hon sigur eisini, at hon veit ikki enn, hvussu nógv kringvarpsgjaldið fer at broytast fyri vinnuvirki.

Hon sigur, at hon fer at hava fund við samgonguna, andstøðuna og umsitingina um tað eftir summarfrítíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mai
Gudstænasta úr Glyvra kirkju
175599
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555