Fekk íløguna í BankNordik tríggjar ferðir aftur

Fekk íløguna í BankNordik tríggjar ferðir aftur
Lind Invest ApS hevur selt øll partabrøvini i bankanum, sum upprunaliga vóru keypt fyri 80 milliónir kr.
Henrik Lind er stjóri í Lind Invest ApS, sum hevur selt øll síni partabrøv í BankNordik. (Mynd: FinansWatch)
 
04.07.2023 - 11:40

Tað var ein góð íløga, sum danski íleggjarin, Henrik Lind, gjørdi í 2013, tá hann keypti partabrøv í BankNordik fyri 80 milliónir krónur, og harvið umleið 10 prosent av partabrøvunum í bankanum. 

80 milliónir ljóða kanska av nógvum, men tá hugt verður at vinninginum hesi árini, er eingin ivi um, at talan hevur verið um eina lønandi íløgu. 

Hesi árini hevur bankin nevniliga fleiri ferðir goldið rættiliga stórar upphæddir í vinningsbýti til partaeigararnar. Serliga seinastu tvey árini. 

Frá 2013 til 2020 rindaði bankin eigarunum 513 milliónir í vinningsbýti. Av hesum fekk Lind Invest ApS, sum er felagið hjá Henrik Lind, umleið 10 prosent. Tað vil siga 51,3 milliónir krónur. 

 

 

115 mió. í vinningsbýti

Vøkur tøl hjá íleggjarum, men tað gjørdist uppaftur stuttligari at eiga í bankanum, tí síðstu tvey árini - 2021 og 2022 - rindaði bankin 636 milliónir í vinningsbýti. Av hesum fekk Lind Invest ApS umleið 63,6 milliónir krónur. 

Tað gevur tilsamans eitt vinningsbýti upp á umleið 115 milliónir krónur í 10 ár.

Sostatt hevur felagið gjøgnum 10 ár vunnið tað innaftur í vinningsbýti, sum bankin rindaði fyri partabrøvini í 2013, og nakað aftrat. 

Aftrat hesum kemur so inntøkan av søluni av partabrøvum. 

 

 

Seldi partabrøv fyri 143 mió.

Tað var 30. juni, at Lind Invest ApS boðaði bankanum frá søluni av partabrøvum. Á keypsskálanum sæst, at klokkan 10 fríggjadagin 30. juni blivu umleið 1.022.420 partabrøv seld, sum svarar umleið til ognarskapin hjá danska felagnum.

Kursurin á partabrøvunum var tá 139,5 krónur, og gevur tað eitt søluvirði upp á umleið 143 milliónir krónur. 

Sostatt hevur íløgufelagið vunnið nógvan pening at keypa, tá kursurin var lágur - 80 krónur fyri partabrævið í 2013 - og selja aftur fyri munandi hægri kurs - 139,5 krónur fyri partabrævið fríggjadagin. 

Tilsamans er vinningurin av føroyska ævintýrinum hjá Lind invest ApS - sum byrjaði við einum keypi fyri 80 milliónir krónur í 2013 - umleið 258 milliónir krónur.

Munrurin 178 milliónir krónur  - fyri skatt.

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Lind invest ApS, um hví tey nú selja partabrøvini, men tað hevur ikki eydnast.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444