Grønland: Kjakið um virðisøking í fiskivinnuni kyknað aftur

Grønland: Kjakið um virðisøking í fiskivinnuni kyknað aftur
Aki-Mathilda Høegh-Dam, fólkatingskvinna, sigur, at Danmark fær part av blokkstuðlinum aftur gjøgnum búskaparligt virksemi í Danmark
Tað ber til at leysgeva bæði kapital og arbeiðsmegi úr grønlendsku fiskivinnuni til aðrar vinnur og harvið skapa virðisøking tann vegin, sigur Torben M. Andersen, formaður í grønlendska búskaparráðnum. (Savnsmynd: Sermitsiaq)
 
06.07.2023 - 15:08

Í Grønlandi er kjakið um virðisøking í fiskivinnuni kyknað aftur, eftir at grønlendski fólkatingslimurin, Aki-Mathilda Høegh-Dam, í fleiri førum hevur víst á, at Danmark fær ein stóran part av grønlendska blokkstuðlinum aftur gjøgnum tað búskaparliga virksemið, sum útflutningurin av grønlendskum fiski og skeljadjórum skapa í Danmark.

Nú sigur formaðurin í grønlendska búskaparráðnum, Torben M. Andersen, við blaðið Sermitsiaq, at hann hevur ikki sæð nakrar álítandi útrokningar, sum stuðla undir hetta uppáhaldið. 

Grønland fær umleið fýra milliardir krónur um árið úr Danmark í blokkstuðli.

Torben M. Andersen vísir tó á, at tað ber til at skapa eina størri virðisøking í grønlendska samfelagnum.

 

AkI-Mathilda Høegh-Dam er fólkatingskvinna.

 

Ikki binda meira enn neyðugt

Hann sigur tað hava týdning ikki at binda meira kapital og arbeiðsmegi í fiskivinnuna enn neyðugt. Tí ber til at leysgeva bæði kapital og arbeiðsmegi úr grønlendsku fiskivinnuni til aðrar vinnur og harvið skapa virðisøking tann vegin, sigur Torben M. Andersen, sum eisini er professari í búskaparfrøði á universitetinum í Aarhus.

Viðvíkjandi týdninginum av blokkstuðlinum, sigur formaðurin í grønlendska búskaparráðnum, at tað eru tveir møguleikar at minka tann týdningin. 

Annar er at skapa eitt breiðari vinnugrundarlag og ein størri búskap, so lutfalsligi týdningurin av blokkstuðlinum minkar so líðandi.

 

Torben M. Andersen formaður í grønlendska búskaparráðnum, heldur, at ein møguleiki er at gera sum Føroyar: at minka ella frysta blokkin. (Mynd: Sermitsiaq)

 

Minka ella frysta blokkin

Hin møguleikin er at gera sum Føroyar og minka ella frysta blokkstuðulin, sigur Torben M. Andersen við Sermitsiaq.

Grønland skal hava eina nýggja fiskivinnulóg, men lógin hevur verið leingi á veg.

Í januar segði Karl Tobiassen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at ætlanin er at leggja nýggju lógina fyri tingið í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211