Jenis heitir á Biden um at sleppa ætlanini um tyssibumbur

Jenis heitir á Biden um at sleppa ætlanini um tyssibumbur
Formaðurin í Miðflokkinum heitir á amerikanska forsetan um heldur at gera eina semingsroynd aftrat, so kríggið í Ukraina fær ein enda
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, er fyrrverandi landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
10.07.2023 - 09:31

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur sent amerikanska sendiharranum í Danmark, Alan Leventhal, eina umbøn, sum er ætlað amerikanska forsetanum, Joe Biden.

Í skrivinum biður Jenis av Rana forsetan vinarliga umhugsa støðuna av nýggjum, og taka avgerðina um at senda tyssibumbur til Ukraina aftur.

Jenis av Rana skrivar til amerikanska forsetan vegna Miðflokkin.

 

Størri ræðuleikar

Formaðurin sigur, at tað, sum tey óseku, sivilu fólkini í Ukraina og í Russlandi hava verið fyri seinastu 16 mánaðirnar, er skammiligt fyri altjóða samfelagið, og tað ber ikki til at fordøma hetta nóg harðliga.

Jenis av Rana sigur víðari í brævinum, at tað at senda altoyðileggjandi vápn, sum tyssibumbur eru, merkir, at ræðuleikarnir fara at økjast enn meira, og at hetta fer at oyðileggja nógv, eisini framtíðar ættarlið.

Í staðin fyri at styrkja menna kríggið á henda hátt, spyr Jenis av Rana, um amerikanska tjóðin kann gera eina semingsroynd aftrat, so kríggið fær ein enda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444