Treytaleysa fongsulsrevsing fyri at flyta hassj til Føroya

Treytaleysa fongsulsrevsing fyri at flyta hassj til Føroya
Hassjið var funnið umborð á sama grønlendska trolaranum, har danska løgreglan eisini fann hassj
Polar Natarnaaq við bryggju í Havn. (Savnsmynd: Vónin)
 
17.07.2023 - 14:34

Ein maður var í dag dømdur 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava flutt fimm kilo av hassji til Føroya. Hann tók við dóminum.

Rækjutrolarin, Polar Nataarnaq, kom á Havnina um vikuskiftið.

Tollarar og politi fóru umborð at kanna, og funnu fimm kilo av hassji.

Hetta er sami trolari, har politiið í Danmark fann fýra kilo av hassji nú ein dagin. Tá var eingin handtikin, tí tað eydnaðist ikki at fáa nakran av vátta, at hassjið var teirra.

 

Maðurin, sum er av grønlendskum uppruna, tók við dóminum í Føroya rætti. Hann er fyribils latin leysur. (Savnsmynd)

 

Skuldi seljast í Grønlandi

Maðurin greiddi í rættinum frá, at tað ikki var meiningin, at hassjið skuldi seljast á føroyska marknaðinum, men á tí grønlendska. 

Revsingin fyri so stórar nøgdir av hassji eru eitt sindur harðari í Grønlandi enn í Føroyum. Maðurin, ið er av grønlendskum uppruna, er fyribils latin leysur, og skal taka støðu til, um hann fer aftur til Grønlands. Ger hann tað, skal hann sita dómin har. 

Verður hann verandi í Føroyum, skal hann sita dómin her, tá pláss er fyri honum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537