Norskt reiðarí vildi keypa Hasfjord fyri 1,6 milliónir norskar krónur

Norskt reiðarí vildi keypa Hasfjord fyri 1,6 milliónir norskar krónur
Strandferðslan vildi ikki selja, tí skipið er ikki í siglingarklárum standi. Tí fer Hasfjord til upphøggingar
Hasfjord, sum hevur siglt við farmi um skopunarfjørð, er nú seldur til upphøggingar.
 
21.07.2023 - 20:05

Strandferðslan kundi fingið tvífalt so nógv fyri Hasfjord, sum hon fekk.

Tað sigur norski reiðarin, Wegar Jakobsen, sum var sinnaður at bjóða 1,6 milliónir norskar krónur fyri skipið. 

Strandferðslan boðaði í gjár frá, at ferjan Hasfjord var seld til upphøggingar fyri 410 túsund krónur:

 

Hasfjord_nordmadur


Reiðaríið hjá Wegar Jakobsen, Polarcruising, siglir við ferðafólki við Svalbard.

Reiðaríið ætlaði at brúka Hasfjord til ymsan flutning í sambandi við virksemið hjá reiðarínum.

 

Niels Juel Arge er strandferðslustjóri. (Mynd: Vinnuhúsið)


Ikki siglingarklárur

- Vit meta ikki, at skipið er í siglingarklárum standi, og tí vildu vit ikki selja tað til framhaldandi sigling, men til upphøggingar, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni:

 

Niels_Juel



 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444