Miðflokkurin: Føroyska sendistovan í Ísrael skal liggja í Jerusalem

Miðflokkurin: Føroyska sendistovan í Ísrael skal liggja í Jerusalem
Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana hava lagt fram uppskot til samtyktar um, at landsstýrið kannar fyrimunir og vansar við at hava sendistovuna í Jerusalem
Miðflokkurin vil framvegis hava føroysku sendistovuna í Ísrael til Jerusalem
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.08.2023 - 13:30

Miðflokkurin vil framvegis hava føroysku sendistovuna í Ísrael í Jerusalem.

Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana hava lagt fram uppskot til samtyktar um, at landsstýrið kannar fyrimunir og vansar við at hava sendistovuna í Jerusalem.

Sendistovan er í Tel Aviv. 

Hon byrjaði um ársskiftið 2020/21 og var alment latin upp 23. juni í fjør.

Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana siga, at onnur lond - teir nevna USA, Guatemala, Honduras og Kosovo - hava sendistovu í Jerusalem.

Teir siga, at tað var ein neyðemja at staðseta føroysku sendistovuna í Tel Aviv.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537