Sugar Man farin um sýn

Sugar Man farin um sýn
Sixto Rodriguez, ið gjørdist heimskendur, tá hann var evni í Oscar-vinnandi heimildarfilminum "Searching For Sugar Man", er deyður, 81 ára gamal
Sixto Rodriguez, ið flest fólk kenna sum Sugar Man, er deyður
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
10.08.2023 - 10:43

Sixto Rodriguez, ið flest fólk kenna sum Sugar Man, varð spáddur eina bjarta tónlistaframtíð, tá hann kom fram í Detroit í USA undir Flower Power-tíðini í seksti- og sjeytiárunum. 

Hann bleiv samanborin við Bob Dylan og gav eisini tvær plátur út, ið fingu sera góð ummæli, men tær floppaðu handilsliga. 

Endin varð, at Rodriguez hvarv av aftur tónlistarligaradaranum í heimlandinum, og arbeiddi tað mesta av lívinum í byggivinnuni í Detroit. 

 

Stjørna í Suðurafrika

Inntil dóttir Rodriguez í 1997 av tilvild kom fram á eina suðurafrikanska heimasíðu, sum fagnaði pápa hennara.

Tástaðni funnu tey útav, at Rodriguez var ein stjørna í Suðurafrika. 

"Líka kendur sum Beatles og Rolling Stones," segði Nadia Bilchik frá CNN, áðrenn Oscar-handanina í 2013, tá heimmildarfilmurin um Sixto Rodriguez, "Searching For Sugar Man", vann Oscar-heiðurin. 

Tað var rein tilvild, ið hevði gjørt, at Rodriguez var blivin so kendur í Suðurafrika. Onkur hevði tikið plátuna við sær til landið í sjeytiárunum, tá Suðurafrika var sera avskorið orsakað av apartheit, og viðkomandi hevði spælt plátuna fyri einum útvarpsvertir. 

Tónleikurin var sloppin gjøgnum sensurin í landinum, og sangirnir góvu afturljóð hjá ungdómunum, sum høvdu tað trupult undir apartheid. 

Eitt nú syngur Rodriguez í einum sangi:

“The system’s gonna fall soon, to an angry young tune.” 

 

Røddin hjá anti-apartheid-røsluni

Harvið bleiv Rodriguez, uttan at ætla tað, røddin hjá teimum, ið vóru ímóti apartheid í Suðurafrika í sjeyti- og áttatiárunum. 

Leysasøgurnar í Suðurafrika vildu vera við, at Rodriguez, ið gjørdist ein kultpersónur, var deyður fyri egnari hond.

Hansara fjepparar í Suðurafrika ánaðu tískil ikki, at Rodriguez var sprell livandi og enn búði í somu húsunum í heimstaðnum Detroit.

Og í Detroit gekk Rodriguez sjálvur runt og áðnaði heldur ikki, at tónleikurin hjá honum hittaði stórt í Suðurafrika og bleiv avritaður og útbreiddur ólógliga. 

 

Searching for Sugar Man

Rodriguez bleiv sera kendur eftir at heimildarfilmurin um hann vann Oscar-heiðurin, og eftir tað ferðaðist hann kring heimin við sínum tónleiki. 

Heitið til heimildarfilmin fingu filmsleikstjórarnir frá sanginum "Sugar Man" hjá Rodriguz frá 1970, ið snýr seg um fólk, sum selja rúsevni. 

Seinnu árini hevur Rodriguez tó ikki verið virkin.

Sambært blaðnum Le Monde, so var hann vorðin blindur, men hann búði í sama húsinum í Detroit, ið hann altíð hevði búð í. 

Her er eitt innslag hjá CBS News um Rodriguez og søgu hansara; 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Uttanduraguðstænasta, Ovari vøllur
175310
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283