96 fólk deyð í skógareldinum á Maui

96 fólk deyð í skógareldinum á Maui
Almenna talið av deyðum av skógareldi á oynni Maui í Hawaii er nú komið upp á 96. Sambært CNN hevur ongin skógareldur í USA kravt so nógv mannalív seinastu 100 árini.
Býurin Lahaina er nærum lagdur í oyði. Hús, bilar og náttúra eru kolað upp í skógareldi.
Mynd: Hawai'i Dlnr/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.08.2023 - 13:13

Tað er eitt syrgiligt met, sum skógareldurin á oynni Maui í Hawaii hevur sett. Nú almenna talið av deyðum er komið upp á 96, er tað samstundis talan um tann skógareldin í USA, sum hevur kravt mest mannalív seinastu 100 árini.

Einki er eftir av søguligu bygdini Lahaina, bert seks dagar eftir at tað fyrstu ferð bleiv boðað frá eldi har. Myndugleikarnir søgdu í morgun, at nú er tamarhald á 85% av eldinum við Laihana.

Tað var týsdagin í farnu viku, at eldurin á Maui veruliga fór at breiða seg, ikki minst orsakað av vindi frá ódnini Doru, sum var meir enn 1.300 kilometrar burturi.

Enn er ikki greitt, hví eldurin byrjaði, men kortini eru trý sakarmál reist móti størsta elveitaranum í Hawaii, Hawaiian Electric Industries, og trimum undirveitarum. Sagt verður, at ellinjur, sum fóru umkoll í vindinum, førdu til eldin, sum nú hevur kravt nærum 100 mannalív.

Spurnartekn verða eisini sett við, hví ávaringarskipanin, sum er á Maui í sambandi við flóðaldur og aðrar náttúruvanlukkur, ongantíð fór í gongd. 80 ávaringarlúðrar eru settir upp á Maui, og teir verða royndir einaferð um mánaðin. Men teir vóru kúrrir, tá eldurin kyknaði og breiddi seg í síðstu viku.

Mazie Hirono, senatorur í Hawaii, sigur sambært CNN, at hon ikki fer at koma við nøkrum umberingum fyri tað, sum er hent, og at tað nú verður kannað, hví ávaringarskipanin ikki fór í gongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418