KÍ fall við stórari æru í Champions League

KÍ fall við stórari æru í Champions League
Champions League-ævintýrið hjá KÍ av, men Molde skuldi brúka longda leiktíð fyri at knógva knáu klaksvíkingunum. KÍ hevur enn møguleikan at koma í Europa League-bólkaspælið
Heini Vatnsdal og hinir KÍ-leikararnir kempaðu sum úlvur á skóg fyri at varðveita dreyminum um Champions League-bólkaspælið. Átta minuttir restaðu av longdu leiktíðini, tá dreymurin brast
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
15.08.2023 - 20:24

Okkurt um 700 KÍ-fjepparar høvdu tikið av tilboðnum um at flúgva beinleiðs til Molde at stuðla KÍ.

Og Bláa bylgjan, sum fjepparar felagið hjá KÍ eitur, bæði hoyrdist og sást aftur í Molde. 

KÍ-venjarin hevði givið somu 11 leikarunum, sum byrjaðu dystin á Tórsvølli fyri einari viku síðani, afturval, og tað var væl skilligt. 

Men Molde byrjaði væl betur enn KÍ, og fyrstu tíggju minuttirnar vóru Molde-leikararnir greitt oman á og hóttu KÍ-málið fleiri ferðir. 

KÍ livdi lívið eitt sindur vandamikið, og í áttanda minutti gekk galið, tá Magnus Wolf Eikrem, ið hevur eina fortíð í Manchester United, skorar eitt flott og væl gjøgnumspælt mál.

Men lukkutíð fyri KÍ, so stóð Molde-leikarin Ola Brynhildsen í rangstøðu í uppspælinum. 

Molde helt tó fram við at trýst KÍ langt aftur á vøllin, og ferð eftir ferð bleiv KÍ-verjan spæld rættiliga tunna úti í báðum borðunum, og tað bleiv sera vandamikið. 

Í 18. minutti fær Molde horna í vinstru síðu.

Bólturin verður sparkaður hart inn til nærmara stólpa, og har tveitir miðvallarin Kristian Eriksen seg fram og stútar bóltin bæði heppið og hegnisliga í málið.

Harmiligt mál, tí vanligt er at hava ein verjuleikara allarfremst, men tað hevði KÍ ikki valt í støðuni, og tað kostaði.

Beint eftir leiðslumálið, var KÍ-verjan aftur um ein háls, tá Molde fekk ein fínan málmøguleika at økja til 2-0. 

Men eftir hesa hektisku løtuni, fótaði KÍ sær í dystinum. 

KÍ-venjarin gjørdi eina gløgga skifting í hálvleikinum, tá hann tók tann tama Claes Philip Kronberg út og setti bóltsnillingin Patrick Da Silva á vøllin.

Tað gav beinavegin KÍ eitt betri fótafesti á miðvøllinum. 

Treyðugt so, so fingu Molde-leikararnir nakrar møguleikar at fara í mótálop, tá KÍ misti bóltin í uppspælinum.

Dagsins maður á KÍ-liðnum, og kanska besti spælari á vøllinum, Odmar Færø, rann tað mesta upp og var yvirhøvur ein klettur.

Sum seinni hálvleikurin leið, javnaði dysturin seg út. KÍ hevði betri tamarhald á dystinum, hóast Molde-leikararnir høvdu bóltin mest

Í 73. minutti kom stóri KÍ-møguleikin.

KÍ fekk horna í høgru síðu. Árni Frederiksberg sparkaði bóltin knallhart í høvdið á Luc Kassi.

Stútarin brast á tvørtræið og niður í svørðin aftanfyri málverjan, men tíverri ikki innanfyri mállinjuna. 

Besti málmøguleikin í dystinum, og fór stútarin í málið, er ikki óvist, at KÍ hevði vunnið dystin. 

KÍ fekk ein møguleika afturat, tí eitt gott gjøgnumbrot í vinstru síðu endaði við, at fyrst Vegard Forren fekk gott skot á bóltin, men Mold-leikararnir fingu vart fyri.

Bólturin støkk út til Luc Kassi, ið eisini smekkaði til, men bóltin streyk framvið. 

Longd leiktíð skuldi til.

KÍ-leikararnir kempaðu sum úlvur á skóg, hóast orkan eyðsæði byrjaði at ganga undan. 

Fyrri hálvleikur í longdu leiktíðini kom og fór uttan stórvegis trupulleikar.

KÍ var eisini framvið við einum naskum frísparki frá Árna Frederiksberg í seinna hálvleiki av longdu leiktíðini. 

Men so hendi tað, ið ikki skuldi henda. 

Eftir eitt horna hoppar bólturin leysur runt í brotsteiginum eina løtu, áðrenn norski landsliðsleikari Martin Linnes smekkar til.

Bólturin fer millum beinini á Jákupi B. Andreasen og í málið. 

Harvið endaði Champions League-ævintýrið hjá KÍ, men KÍ fall við stórari æru.

Um hepnið var við Jóannesi Kalsø Danielsen, so hevði hann javnað, tá hansara hálvfluktari hevði beina kós í Molde-málið. Tíverri fekk ein Molde-leikari vart fyri - eitt sindur við arminum - og bólturin fór uppum. Fegnast var Molde-málverjin, ið stóð við hendrunum á høvdinum, tí hann sá eisini bóltin í málinum. 

Hóast Champions League-ævintýrið hjá KÍ er av, so er evropiska-ævitýrið tað langt frá. 

KÍ skal nú spæla ein Play Off-dyst móti FC Sheriff Tiraspol úr Moldova um at koma í Europa League-bólkaspælið, og hvør sigur, at KÍ ikki vinnur tann dystin?

 

Molde - KÍ 2-0 (1-0)
eftir longda leiktíð 

18. K. Eriksen 1 - 0
112. M. Linnes 2 - 0

Molde
1 Jacob Karlstrom
19 Eirik Haugan
2 Martin Bjørnbak (91. Anders Hagelskjaer)
6 Martin Ellingsen (91. Magnus Grodem)
21 Martin Linnes
16 Emil Breivik (81. Emil Breivik)
8 Sivert Mannsverk
20 Kristian Eriksen
28 Kristoffer Haugen
7 Magnus Wolff Eikrem (69. Veton Berisha)
11 Ola Brynhildsen (100. Erling Knudtzon)


31 Nils Jonatan Johansson
4 Vegard Valgermo Forren
5 Deni Pavlovic (79. Mads Bo Mikkelsen)
7 Árni Frederiksberg
8 Jákup Andreasen
10 Luc Kassi (100. Sivert Gussias)
14 René Shaki Joensen
17 Jóannes Danielsen
22 Odmar Færø (81. Børge Petersen)
23 Heini Vatnsdal (116. Jonn Johannessen)
32 Claes Philip Kronberg (45. Patrick Da Silva)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444