281 nýggj lesandi á Setrinum

281 nýggj lesandi á Setrinum
Fyrstaársnæmingarnir eru byrjaðir á 20 ymiskum útbúgvingum
Rektarin helt røðu fyri teimum lesandi í Kongshøll. (Mynd: Fróðskaparsetrið)
 
22.08.2023 - 13:21

281 nýggj lesandi eru byrjað á Fróðskaparsetrinum.

Skúlaárið byrjaði í gjár. 

Fyrstaársnæmingarnir eru byrjaðir á 20 ymiskum útbúgvingum.  

Í ár fer Námsvísindadeildin á fyrsta sinni at hava tveir flokkar av námsfrøðingum. Tilsamans eru 44 nýggj námsfrøðilesandi. 

25 nýggj sjúkrarøktarfrøðilesandi byrjaðu eisini í gjár, og aftrat hinum 25, sum byrjaðu í januar, er tann árgangurin sostatt 50.

Á spildurnýggju útbúgvingini, master í Dátuvísindum, fara 17 lesandi nú til verka.

Setrið fekk flestar umsóknir um at lesa løgfrøði, tær vóru 58 í tali, og 19 eru byrjað. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949