Jenis formaður í Útnorðurráðnum

Jenis formaður í Útnorðurráðnum
Útnorðurráðið hevur sín 39. ársfund í Reykjavík í hesum døgum
Jenis av Rana er nýggjur formaður í Útnorðurráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.08.2023 - 08:28

Jenis av Rana verður formaður í Útnorðurráðnum næsta árið.

Kim Kielsen úr Grønlandi verður fyrri næstformaður, og Steinunn Tóra Árnadóttir úr Íslandi verður seinna næstforkvinna.

Útnorðurráðið hevur sín 39. ársfund í Reykjavík í hesum døgum.

Ráðið viðger millum annað ferðavinnu, sjálvbjargni í matframleiðslu, ung í Útnorðri, hvalaveiðu, veðurlagsbroytingar, Arktis og samstarv yvirhøvur. 

Og á fyrsta sinni bjóðar ráðið almenninginum til tiltak í Norðurlandahúsinum í Reykjavík.

Evnið á tí tiltakinum er samstarv í útnorðri.

 

 

Mánadagin hittust Thordís Kolbrún Gylfadóttir, uttanríkisráðharri, og landsstýrisfólkini í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt og Høgni Hoydal 

Tey tosaðu um samhandilin og avbjóðingar í ferðavinnuni, og tey fegnaðust um, at granskingarstovnarnir í teimum trimum londunum hava undirritað samstarvsavtalur.

Høgni Hoydal heldur, at vit eiga at hava toppfund, har stjórnarleiðararnir í Útnorði undirrita eina yvirlýsing um tættari samstarv millum stjórnina og landsstýrini í Útnorði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444