Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum verður endurskoðað

Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum verður endurskoðað
Broytingarnar fara m.a. at hava við sær, at fleiri beinleiðis túrar vera gjøgnum Eysturoyartunnilin
Arbeitt verður við at endurskoða ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
31.08.2023 - 18:00

Hagtølini vísa, at talið á ferðandi við Bygdaleiðum er minkað nógv seinastu árini, og Eysturoyartunnilin verður ov lítið brúktur á leið 400 hjá Bygdaleiðum, sum er millum Klaksvík og Havnina umvegis Skálafjørðin.

Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum hevur sett landsstýrismanninum fyrispurning um málið

Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni, sigur, at í sambandi við at Sandoyartunnilin letur upp fyri ferðslu seinni í ár, fara Bygdaleiðir at gera ymsar tillagingar.

M.a. er ætlanin, at fleiri beinleiðis túrar skulu vera í Eysturoyartunlinum.

Dánjal Samuelsen mælir til, at eitt aðalorðaskifti verður um almenna ferðslu í Føroyum.

Hoyr samrøðu við samferðsluleiðaran í útvarpstíðindunum: 

 

31082023_Bygdaleidir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843