Dátueftirlitið flytur til Saltangará

Dátueftirlitið flytur til Saltangará
Leigumálið byrjar 1. november
Dátueftirlitið, sum hevur hildið til í Havn, flytur seinni í heyst til Saltangará.
 
08.09.2023 - 08:42

Dátueftirlitið flytur í ovaru hæddina í bygninginum við Heiðaveg 25 í Saltangará seinni í heyst.

Dátueftirlitið leigar frá smápartafelagnum Heiðahúsi.

Leigumálið byrjar 1.november.

Hølini vera nú umvæld, og arbeiðið skal vera liðugt síðst í oktober.

 

Løgmaður kunngjørdi flytingina

Bárður á Steig Nielsen, kunngjørdi í august í fjør, tá hann var løgmaður, at Dátueftirlitið skuldi flyta á eystara arm á Skálafjørðinum.

Í fyrsta umfari var sóknast eftir fráboðanum frá áhugaðum útleigarum. 

Freistin at lata fráboðan um leigumál var til 14.oktober. Men tað gav ikki úrslit. 

Men nú er so leigusáttmáli gjørdur við Heiðahús.

140.000 kr. eru í fíggjarlógini til flytingina.

 

Fimm starvsfólk

Dátueftirlitið er óheftur fyrisitingarmyndugleiki og stovnur undir Løgmansskrivstovuni. 

Dátueftirlitið virkar sum skrivstova hjá Dáturáðnum, og hevur eftirlit við og virkar fyri, at dátuverndarlógin verður hildin. 

Á Dátueftirlitinum eru fimm starvsfólk.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418