Send á Rødbygaard

Olaf & trappan - teknmálstulkað
27-12-2022

Olaf Haldansen hevur gjørt næstan 400 trappur í sínum 91 ára gamla lívi. Í summar bað timburmaðurin Kristen Johansen hann um at hjálpa sær við at gera eina trappu afturat. Hesin dokumentarurin fylgir tilgongdini, frá at trappan verður smíðað á verkstaðnum í Vestmanna, til hon verður sett upp í húsunum í Leynum. Lagt til rættis: Finnur Koba.

Send á Rødbygaard

Í apríl 1973 komu tey fyrstu børnini við menningartarni, sum vórðu send á stovn í Danmark, heimaftur til Føroya, 50 ár síðani og í tí sambandi endursendir Kringvarpið stuttrøðina "Send á Rødbygaard". Føroyingar í hópatali eru sendir av landinum til stóra stovnin Rødbygaard á Lollandi í Danmark. Nógv teirra, tí tey hava verið evnaveik og umstøður ikki hava verið at veita teimum hjálp í Føroyum. Men tey eru eisini nøkur, sum ikki vóru evnaveik, ið komu á Rødbygaard. At siga farvæl við síni kæru heima og flyta á ein stóran stovn í einum fremmandum landi var ógvuliga torført hjá nógvum.

Lagt til rættis: Karolina Thostrup

Í fleiri áratíggir vórðu fólk, børn og vaksin við, send á Rødbygaard á Lollandi. Har búðu til tíðir einir 70 føroyingar
14-11-2013
Fólk í hópatali, tey flestu við menningartarni, eru send av landinum til stóra stovnin Rødbygaard á Lollandi í Danmark
07-11-2013