Danir í eftirlønaraldri halda fram á arbeiðsmarknaðinum

Danir í eftirlønaraldri halda fram á arbeiðsmarknaðinum
Talið á teimum, sum eru eldri enn 75 ár og framvegis arbeiða, er tvífaldað seinastu 10 árini
Nógvir danir eru framvegis á arbeiðsmarknaðinum, hóast teir eru farnir um eftirlønaraldur. (Savnsmynd)
 
14.09.2023 - 12:35

Alsamt fleiri eldri halda fram á danska arbeiðsmarknaðinum. 

Talið á teimum, sum eru eldri enn 75 ár og framvegis arbeiða, er tvífaldað seinastu 10 árini í Danmark.

Talið á fólki yvir 75 ár, sum arbeiða, er farið úr 7.600 upp í 15.700, vísa nýggj tøl frá Jobinsats, skrivar Danmarks Radio.

Talið á teimum, sum eru 67 ár og framvegis eru á arbeiðsmarknaðinum, er vaksið úr 5.173 upp í 77.513 fólk í 10 ár. 

- Broytingin staðfestir, at vit hava ein sterkan arbeiðsmarknað, og at mong hava bæði heilsu og hug at arbeiða, sigur stjórin í pensjónsfelagnum, Danica Pension, Mads Moberg Reumert. 

Tá hugt verður at aldursbólkinum 70 ár, er talið á teimum, sum framvegis eru á arbeiðsmarknaðinum farið úr 23.100 upp í 41.900.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Góðan morgun Føroyar
174497
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418