Norðurlandahúsið er vert í minsta lagi 200 milliónir

Norðurlandahúsið er vert í minsta lagi 200 milliónir
Stjórin í Norðurlandahúsinum hevur verið á fundi í mentanarnevndini í sambandi við uppskotið hjá Miðflokkinum um at yvirtaka húsið
Miðflokkurin hevur skotið upp at yvirtaka Norðurlandahúsið.
 
21.09.2023 - 08:30

Norðurlandahúsið er vert minst 200 milliónir krónur.

Harafturat kemur útgerð og annað, sum er inni í húsinum.

Hetta hevur mentanarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá stjóranum í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes.

Hon hevur verið á fundi hjá nevndini í sambandi við uppskotið hjá Miðflokkinum um at yvirtaka Norðurlandahúsið.

 

Gunn Hernes er stjóri í Norðurlandahúsinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Gunn Hernes hevur eisini sent mentanarnevndini viðtøkurnar hjá Norðurlandahúsinum og viðtøkurnar hjá ráðgevandi nevndini hjá Norðurlandahúsinum og loyvisbrævið hjá húsinum í ár.

Hon hevur sent nevndini mentanarpolitisku samstarvsskránna fyri árini 2021 til 2024 og norðurlendsku samstarvskránna um javnstøðu og LGBTI-fólk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV