Flogbóltsárið servað í gongd sunnudagin

Flogbóltsárið servað í gongd sunnudagin
Sunnudagin byrjar flogbóltskappingarárið við stórsteypadystunum, sum verða spældir í høllini á Hálsi í Havn
Á sigurspallinum: SÍ vann bæði meistaraheitið og steypakappingina við kvinnum í fjør
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
21.09.2023 - 09:12

Flogbóltsárið verður servað í gongd sunnudagin, tá árligu stórsteypadystirnir verða leiktir í høllini á Hálsi í Havn.

Talan er um afturvendandi vælgerandi tiltak, har meistararnir hjá ávikavist kvinnum og monnum spæla ímóti steypavinnarunum. Um meistarin og steypavinnarin er sama liðið, verður spælt ímóti næstfremsta liðnum í landskappingini.

Hjá kvinnum spæla greipuvinnararnir úr SÍ ímóti Fleyr, og hjá monnum spæla Mjølnir, sum eisini vann greipuna í fjør, ímóti Fleyr.

Kvinnurnar byrja klokkan 15:00, og menninir byrja klokkan 17:00.

Fleyr skipar fyri dystunum í ár, og øll inntøkan fer til tilboðið, Títt Rúm, hjá Bláa Krossi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283