Tórshavnar kommuna: Inntøkuskatturin fer upp um milliardina

Tórshavnar kommuna: Inntøkuskatturin fer upp um milliardina
Høvuðsstaðarkommunan væntar at fáa 70 milliónir kr. meira í inntøku næsta ár enn í ár. Skattaprosentið verður óbroytt
Fyrra viðgerðin í býráðnum um fíggjarætlanina fyri 2024 verður 26.oktober og tann seinna 23.november. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.09.2023 - 08:15

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður tað sama næsta ár sum í ár, og tað er 19.

Barnafrádrátturin verður eisini tann sami, 9.000 kr.

Tað stendur í uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2024 hjá Tórshavnar kommunu.

Roknað er við, at kommunan fær 52 milliónir krónur, 5,5 prosent, meira í inntøkuskatti, so inntøkuskatturin fer upp um milliardina næsta ár.

Kommunan fær 18 milliónir meira í eftirlønarinngjøldum, men nakað tað sama í felagsskatti sum í ár.

Samanumtikið eru inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu mettar at vera 69,7 mió. kr., 5,6 prosent, størri í 2024 enn tær eru í 2023. 

Raksturin er mettur at kosta 5,6 prosent meira.

Verður Tórshavnar havn, sum er inntøkufíggjað, tald við, er vøksturin 6,2 prosent.

 

Skuldin hjá Torshavnar kommuna er 375 mió. kr. Tórshavnar havn eigur 218 mió. av teimum. (Mynd: Bjarni Àrting Rubeksen)

 

Lønarlyft ikki við

Í uppskotinum um fíggjarætlan eru lønarlyft og stytt arbeiðsvika ikki tikin við.

Hækkaða rentan krevur 12 mió. kr. aftrat, stendur eisini í uppskotinum um fíggjarætlan.

Skuldin hjá Tórshavnar kommunu er 375 mió. kr. Tórshavnar havn eigur 218 milliónir av teimum 375 milliónunum.

Í uppskotinum um fíggjarætlan hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024 er úrslitið fyri rentur 265,4 mió. kr.

Avlop til skattafíggjaðar íløgur er 197,5 mió. kr. 

Fyrra viðgerðin í býráðnum um fíggjarætlanina fyri 2024 verður 26.oktober og tann seinna 23.november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057