Brimheim við nýggjum sangi og hugtakandi sjónbandalagi

Brimheim við nýggjum sangi og hugtakandi sjónbandalagi
"Literally Everything" kallast nýggi sangurin hjá Brimheim, sum Heiðrikur á Heygum hevur gjørt eitt sjónbandalag til, ið m.a. er upptikið millum seyð í einum fjósi í Føroyum
Á nýggja sanginum tykist Brimheim hava lagt gotiska rokkin á hillina til frama fyri eitt meira modernað elektroniskt og dansivinarligt úttrykk
Mynd: Heiðrikur á Heygum  
 
28.09.2023 - 18:04

Føroyska Helena Heinesen Rebensdorff, ið framførir tónleik undir navninum Brimheim, hevur av álvara vind í seglunum beint nú. 

Og hon ætlar sær at gagnnýta undanvindin, sær tað út til, tí hon hevur júst givið eitt nýtt staklag út. 

"Literally Everything" kallast staklagið, ið Helena Heinesen Rebensdorff, Søren Buhl Lassen og Buster Jensen hava skrivað saman. Helena eigur sjálv orðini. 

Tónlistarliga er talan um eitt stílbrot í mun til debutplátuna "Can't hate myself into a different shape". 

Á nýggja sanginum tykist Brimheim hava lagt gotiska rokkin á hillina til frama fyri eitt meira modernað elektroniskt og dansivinarligt úttrykk. 

Aftur við útgávuni av staklagnum fylgir eisini eitt hugtakandi sjónbandalag, ið Heiðrikur á Heygum hevur leikstjórnað. 

Sjónbandalagið er upptikið ymsastaðni kring í Føroyum, sigur Heiðrikur á Heygum. 

Brimheim sæst dansa millum seyð, neyt og annað gott, sum finst í einum føroyskum fjósi.

Hon er á dekkinum umborð á einum føroyskum fiskiskipi.

Og hon er at finna millum dekk, felgur og ein Mercury-páhangara í einari garasju. 

"Eg vildi hava glam/trash-Føroyar fram, og at Brimheim skuldi síggja yvirdrivið gott út í fullkomnari andstøðu til umhvørvið, hon var í," greiðir Heiðrikur á Heygum frá. 

"Tað snýr seg um mótsetningar. Eg elski at vísa síður av Føroyum, sum ongin annar tímir at vísa."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Uttanduraguðstænasta, Ovari vøllur
175310
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283