Lúsaklipp skulu fylgja laksinum

Lúsaklipp skulu fylgja laksinum
Uppskot um broyting í lúsakunngerðini er sent til hoyringar
Lúsaklippini skulu fylgja laksinum, sum verður fluttur millum alibrúk. Hendan myndin er av lúsateljing. (Savnsmynd)
 
11.10.2023 - 18:00

Nú skulu lúsaklippini fylgja laksinum, sum verður fluttur millum alibrúk.

Ætlanin er at broyta kunngerðina um laksalús.

Landsdjóralæknin kann loyva, at laksur verður fluttur. 

Tað skal skiljast soleiðis, at hava teljingar ella heilivágsviðgerðir givið til dømis tvey klipp, meðan fiskurin var í einari alistøð, og hann so fær seks klipp aftrat, eftir at hann er fluttur í aðra alistøð, hevur hann átta klipp.

Hann fer tí í bólk tvey við alibrúkum.

Talið á smoltum í hesum alistøðum kann tí ikki økjast í komandi setu. 

Uppskotið um hesa broyting í lúsakunngerðini er sent til hoyringar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418