Keypið hjá Pelagos av Faroe Pelagic fráboðað

Keypið hjá Pelagos av Faroe Pelagic fráboðað
Kappingareftirlitið fekk mánadagin fráboðan um, at Pelagos í Fuglafirði ætlar at keypa Faroe Pelagic í Kollafirði
Pelagos í Fuglafirði hevur nú fráboðað Kappingareftirlitinum ætlanina um at keypa Faroe Pelagic í Kollafirði
Mynd: Savnsmynd  
 
12.10.2023 - 08:13

Faroe Pelagic kom í føroysku uppsjóvarvinnuna, tá fyritøkan í 2009 keypti Kollafjord Pelagic, sum var í trupulleikum.

Við drúgvum royndum í at byggja og reka uppsjóvarvirki í øðrum londum eydnaðist Faroe Pelagic at brúka sína marknaðarleiðandi serfrøði, stendur á heimsasíðuni hjá Kappingareftirlitinum.

Fyritøkan prógvaði, at tað ber til, bæði tøkniliga og búskaparliga, at virka vinnuliga uppsjóvarfisk til matna í Føroyum.

Faroe Pelagic slóðaði fyri, at hini bæði uppsjóvarvirkini, Varðin Pelagic og Pelagos, seinni vóru bygd í Føroyum, skrivar Kappingareftirlitið.

 

Byrjaði í 2014

Pelagos byrjaði í 2014. 

Havsbrún, Framherji, Palli hjá Marionnu og felagið á Enni eiga Pelagos.

Faroe Pelagic er óbeinleiðis dótturfelag hjá Parlevliet & Van der Plas B.V. í Niðurlondum.

 

2,2 mió. kr. eftir skatt

Faroe Pelagic og Pelagos gjørdu fyri sløkum tveimum mánaðum ætlanarskjal um, at Pelagos keypir øll partabrøvini í PP Faroe Pelagic.

Partapeningurin í Faroe Pelagic er 500.000 kr.

Úrslitið hjá Faroe Pelagic í fjør var slakar 2,2 mió. kr. eftir skatt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418