Í myndum: Stóri dagurin hjá klaksvíkingum

Klaksvíkingar hava alla orsøk at fegnast um nýggja mentanarhúsið í býnum, tí Varpið er ein perla mitt í Klaksvík. 

Myndir: @ Bjarni Árting Rubeksen

Varpið er ein samanrenning av gamla posthúsinum, ið J. P. Gregoriussen teknaði, og nýggja salinum, ið Ósbjørn Jacobsen hevur teknað. 

Í gjár var stór móttøka, tá klaksvíkingar, norðoyingar og føroyingar annars sluppu inn at síggja og sansa fantastiska mentanarhúsið. 

Hátíðardámur var yvir tiltakinum, hóast Varpið ikki er ordiliga liðugt. 

Borðreitt var við onkrum søtum aftur við te, kaffi og sodavatni. 

Jógvan Skorheim, fyrrverandi borgarstjóri, og Heri Ellingsgaard, fyrrverandi sjúkrahússtjóri, fegnast um Varpið. Jógvan Skorheim var við til at seta spakan í til Varpið í februar 2020. 

Annfinnur Heinesen, stjóri, tryggjar sær, at alt er klárt til at lata dyrnar upp. 

Klaksvíkingar møttu fjølmentir, fyri at síggja Varpið. Fjølmiðlarnir vóru eisini væl umboðaðir. 

Annfinnur Heinesen, stjóri í Varpinum, bjóðaði fólkum vælkomnum. 

Skilfólk hjá stjóranum, ið er klaksvíkingur, vóru eisini møtt til stóru løtuna hjá bæði Klaksvík og Annfinnur Heinesen. 

"Tað er ikki vanligt at klippa ein snór til eitt byggipláss, og kanska verður okkurt mutl av hesum, " segði Jóhanna Christiansen, forkvinna í stýrinum fyri Varpið, tá hon gjørdi klárt at klippa snórin til nýggja og snotiliga mentanarhúsið í Klaksvík.

"Tit fara at leggja merki til, at máling manglar í støðum, onkur hurð manglar, og tit fara helst eisini at halda, at kjallarin í posthúsinum ikki sær liðugur út. Men tað er ætlanin. Varpið er nevniliga sett saman av einum nýggjum, modernaðum mentanarsali og einum gomlum posthúsi, sum tó hevur eina ríka søgu," greiddi Jóhanna Crhistiansen frá. 

 "Men tíðin er komin, at vit, klaksvíkingar, norðoyingar, ja alt Føroya fólk kann koma inn og líta okkum umkring og sansa hetta fantastiska hús, sum avgjørt er Føroya besta mentanarhús við bestu góðsku og bestu ljóðviðurskiftum," legði Jóhanna Christiansen afturat, áðrenn hon klipti snóri. 

Allastaðni í Varpinum sótu fólk og spældu ella vandu tónleik og sjónleik í eini roynd at vísa gestunum, hvussu ætlanin er, at húsið skal brúkast. 

"Virðið í hesum bygningi kann ikki gerast upp í krónum og oyrum," staðfesti Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, í sambandi við, at snórurin til Varpið varð kliptur. 

"Ofta verður tikið til, at í Norðoyggjum savnast øll um KÍ," legði borgarstjórin afturat.

"Eg vænti, at hetta eisini fer at verða sagt um Varpið! Tó verður tað við einum twisti. Tí í Varpinum verður onki mótstøðulið. Heldur fara vit at uppliva alskyns samstørv og fáa tvørgreinaðar upplivingar. Bæði frá okkara ríka lokala tilfeingi og øðrum spennandi gestum, sum vit eisini fara at bjóða vælkomin."

Virkseminum, sum var í gamla posthúsinum, myndar eisini nýggja Varpið. Her eru gomlu postboksirnar, ið verða brúkta sum eitt móttøkuborð.

Í Varpinum eru verkætlanarrúm til fleiri listagreinar.

Norðoya Listafelag fer at halda til í kjallaranum og at hava fjølbroyttar framsýningar í húsinum.

Kontórhøli til ymisk høvi í Varpinum. Her venur Klaksvíkar manskór í einum av hølunum. Í Varpinum er eisini ein íbúð, ið er ætla listafólkum, sum vitja í Klaksvík.  

Varpið verður karmur um allar hugsandi møguleikar við bæði konsertum, framførslum og ráðstevnum.

Í sambandi við, at snórurin til Varpið bleiv kliptur, varð eisini skipað fyri einari ljóðroynd í stóra og sera snotiliga salinum. 

Kórið Suð hevði eina sera vakra framførslu, ið staðfesti, at ljóðviðurskiftini í salinum eru í heimsflokki. 

Í heimsflokki eru eisini umstøðurnar hjá áhoyrarunum.

Í Klaksvík eru tey ikki í iva um, at tey nú, umframt at hava Føroya best fótbóltsfelag, eisini hava Føroya besta mentanarhús við bestu góðsku og bestu ljóðviðurskiftum.

Fyrsta ljóðroyndin bar eisini vitnisburð um, at klaksvíkingar av røttum kunnu siga, at teir nú hava Føroya snotiligasta og besta konsertstað. Varpið er nakað heilt serligt í so máta. 

Er kopiera