Síðsta umfar í Betri-deildini

Síðsta umfar í Betri-deildini
Í dag verður síðsta umfar í Betri-deildini í fótbólti hjá monnum spælt.
 
29.10.2023 - 14:34

KÍ er longu føroyameistari, men enn er ikki avgjørt, hvør fær hini heiðursmerkini. Har stendur kappingin millum Víking, B36 og HB.

AB er flutt niður, og tað verður antin TB ella ÍF, sum fer niður í næstbestu deildina saman við argjamonnum. Her eru treytirnar greiðar undan síðsta umfari: Um TB skal bjarga sínum plássi í deildini, skulu teir vinna sín dyst móti 07 Vestri, samstundis sum ÍF skal tapa sín dyst móti B68.

Dystirnir í dag, sum allir byrja klokkan 15, eru hesir:

KÍ-Víkingur
TB-07 Vestur
AB-B36
ÍF-B68
EB/Streymur-HB

Kringvarpið sigur frá dystinum millum KÍ og Víking og fer eisini at hava fólk á staðnum til hinar dystirnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444