Talgilt savn um staðarnøvn

Talgilt savn um staðarnøvn
Nes kommuna hevur nú útgivið eitt talgilt savn av staðarnøvnum í kommununi.
Fremst Janus Jensen, sum hevur staðið fyri at gera eitt talgilt savn um staðarnøvn í Nes kommu. Aftanfyri hann Súni í Hjøllum, borgarstjóri.
 
04.11.2023 - 17:05

Talan er um eitt framhald av bygda- og ættarsøguni í bygdunum Nes, Toftir og Saltnes, har seinasta bind av trimum, ið snúði seg um ættarsøguna, kom í august 2018.

Eisini vildi kommunan varðveita staðarnøvnini í kommununi. Tí varð avgerð tikin um at heita á Janus Jensen um at fara undir at samskipa staðarnøvnini, og seinni kom eisini Ólavur Magnussen upp í arbeiðið, sum ikki skuldi út í bók, men gerast talgilt. 

Arbeiðið er nú liðugt, og týskvøldið var almenn framløga í Tofta skúla av tilfarinum.

Janus Jensen greiddi frá tilgongdini í arbeiðinum, um keldutilfarið og hvussu tilfarið kann brúkast, nú tað verður lagt út á heimasíðuna hjá Nes kommunu undir leinkinum ”staðarnøvn”.

Ólavur Magnussen greiddu frá søguligum tilfari, eitt nú um gamla prestagarðin á Nesi, meðan Dagfinn Højgaard, sum hevur skrivað uppgávu um staðarnøvn í Nes kommunu í sambandi við lestur sín á Fróðskaparsetrinum, greiddi frá um staðarnøvn við atliti til tað málsliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431