Umboðsmaðurin: Ikki talan um spreingievni

Umboðsmaðurin: Ikki talan um spreingievni
Tórshavnar kommuna er biðin um at endurskoða gjaldskránna og vøruskránna í sambandi við vørugjald fyri ammoniumnitrat.
Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu um vørugjaldið, sum Tórshavnar havn krevur fyri ammoniumnitrat.  (Savnsmynd)
 
30.11.2023 - 09:05

Ammoniumnitrat er ikki spreingievni.

Tórshavnar kommuna er tí biðin um at endurskoða gjaldskránna og vøruskránna í sambandi við vørugjald fyri ammoniumnitrat. 

Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu um vørugjaldið, sum Tórshavnar havn krevur fyri ammoniumnitrat. 

Tað er ivasamt at flokka ammoniumnitrat sum spreingievni. Og sambært Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er ikki talan um spreingievni.

Tí mælti umboðsmaðurin til at endurskoða gjaldskránna og vøruskránna.

 

 

Hanna Vang er Løgtingsins umboðsmaður. (Savnsmynd)

 

Advokatur klagaði

Ein advokatur klagaði fyri eitt felag.

Advokaturin vísti á, at Tórshavnar havn kravdi 25 kr. fyri ammoniumnitrati frá felagnum, sum hann umboðaði.

Men bøndur, sum brúka ammoniumnitrat til at taða við, og onnur rinda bara tríggjar krónur.

Niðurstøðan hjá advokatinum er, at Tórshavnar havn viðger ikki øll eins.

Advokaturin kærdi avgerðina hjá Tórshavnar havn til havnanevndina hjá Tórshavnar kommunu.

Havnarnevndin staðfesti avgerðina hjá Tórshavnar havn.

Men tað ger Løgtingsins umboðsmaður ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444